HEIM
25.01.2018

Umhvørvi á breddan í Runavíkar kommunu

Táið sitandi býráð tók við valdinum fyri góðum ári síðani, varð semja um, at seta á stovn eina umhvørvisnevnd í politisku skipan kommununar, samsvarandi ynskinum um í øllum lutum at reka eina burðardygga kommunu, eisini á umhvørvisøkinum.

Eftir eitt væleydnað royndarár eru nevnd og býráð komin eftir, at stórur tørvur er á, at eitt starvsfólk verður sett meiri og minni burturav til tað, at skipa, handfara og avgreiða mál, sum hoyra umhvørvisøkinum til. Hetta snýr seg harvið um eitt nýtt starv í skipanini hjá Runavíkar kommunu.

•Starvið verður at seta hin 01. mars 2018, ella eftir nærri avtalu.
•Umsóknir skulu sendast við at trýsta á leinkjuna "Søk starvið" her á heimasíðuni: (runavik.fo/Leys størv)
•Umsóknini skal skal vera talgild, og hesi skjøl vera viðfest: CV, mynd, prógv og møgulig viðmæli,
•Umsóknini skal vera komin Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 10. februar 2018.