HEIM
16.08.2012

Um vikuskiftið var landsdystur í boccia í Runavík

Um vikuskiftið var landsdystur í boccia leiktur í ítróttahøllini í Runavík. Føroyar leiktu móti Onglandi. Føroyska liðið var mannað við 12 leikarum, 4 kvinnum og 8 monnum, sum komu úr ÍSB, Svani og Smæruni.

''Føroyingar eru eitt blítt fólkaslag, og vit hava notið tíðina her í Føroyum'', segði trenarin hjá Onglandi, Andy Shard, við Netavísina, tá vit hittu hann eftir dystin.

''Ætlan okkara er nú at bjóða føroyska liðinum til Onglands, og vóna vit at kunna vísa eins stórt gestablídni, sum føroyingar hava víst okkum her''

Tað var Sæunn Ólavsdóttir Hansen, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum bjóðaði vælkomin og setti stevnina við hesum orðum:

Góðu vinir,

Vegna Runavíkar kommunu vil eg ynskja tykkum so hjartaliga vælkomin at vitja okkum og Føroyar.

Boccia er ein málrættaður ítróttur, sum kannar/analyserar muskultamarhald og
neyvleika og sum krevur serligt hegni og konsentratión á hægsta stigi.

Boccia verður hildið at hava sín elligamla uppruna í Grikkalandi.

Boccia er ein neyv analysering av nervunum, tínum taktikki/ella tíni framferð og
tínum hegni.

Sum vit øll vita, so er ítróttur nyttuligur bæði fyri likam og sál. Vit eru tí sera fegin um at hava hendan landsdystin í Boccia í Runavíkar kommunu og eg vóni, at tit fara at njóta vitjanina og hesar dagarnar.

Við hesum orðum verður Landsdysturin 2012 í Boccia settur.

Úrslitið av kappingini:

Kvinnurnar:
1. Joanna Poulsen, Strendur
2. Unn Mortensen, Havn
3. Meiken Olsen, Havn
4. Elin Løkin, Runavík
5. Stella, GB
6. Rachel, GB

Menninir leiktu í trimum bólkum.

Bólkur 1.
1. Kevin, GB
2. Stephen, GB
3. Tórður Hjalt Jacobsen, Runavík
4. Rene Lið

Bólkur 2.
1. Valdemar Dam, Saltangará
2. Michael, GB
3. Theodor Esmar Hansen, Saltangará
4. Elvin Weihe, Saltangará

Bólkur 3.
1. Kemlyn, GB
2. Jonhard Haraldsen, Tórshavn
3. Dánjal Gram Høgnesen, Runavík
4. Øssur Gudmundarson, Hoyvík