HEIM
06.10.2007

ÚF: Skúlastjórin í Runavíkar skúla fær “Ársins Herðaklapp”

fríggjadagur, 05. oktober 2007 21.43 - Innland
Skúlastjórin í Runavíkar skúla, Ásmund Lamhauge, hevur fingið "Ársins Herðaklapp" frá Javna fyri sítt virksemi til tess at skapa virðiligar umstøður á skúlanum fyri børn við breki. Hetta herðaklapp verður latið fólki, sum á ymsan hátt virka fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.

- Ásmundur Lamhauge fær herðaklappið fyri í ídni at hava virkað fyri at børn við breki fáa eitt virðiligt skúlatilboð, segði Óli Wolles, næstformaður í Javna millum annað, tá hann handaði skúlastjóranum herðaklappið.

Ásmundur Lamhauge visti av ongum og var tí sum vera man fullkomuliga tikin á bóli. - Eg haldi meg bara hava gjørt mína skyldu og einki petti annað. Skúlin er fyri øll, sigur lógin, og tað havi eg roynt at hildið meg til, sigur skúlastjórin í Runavík.