HEIM
23.03.2007

ÚF: Samgongan vil hava privat felag at gera Skálafjarðartunnilin

hósdagur, 22. mars 2007 21.47 - Innland

Tað skal vera eitt privat felag, sum fer at gera undirsjóvartunnil millum Havnina og Eysturoynna. Tað fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, at vita frá samgonguflokkunum, tá uppskotið til samtyktar um at fyrireika fasta sambandið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy kemur til viðgerðar í morgin.

Samgonguflokkarnir eru samdir innanhýsis um, at tað skal vera eitt privat felag sum stendur fyri verkætlanini at byggja Skálafjarðartunnil. Talan er um Føroya stórstu verkætlan nakrantíð, samlaði kostnaðurin er mettur at liggja um eina milliard krónur.

Í løtuni hevur bert partafelagið Skálafjarðartunnilin søkt um konsessión, men onnur hava eisini víst verkætlanini áhuga, og vilja hava, at konsessiónin verður boðin út. Bjarni Djurholm metir kortini, at av tí partafelagið Skálafjarðartunnilin er komið so mikið langt ávegis við sínum fyrireikingum, so ber ikki til at fara í realitetssamráðingar við onnur feløg.