HEIM
08.03.2007

ÚF: Løgtingið avger, um Skálafjarðartunnilin skal bjóðast út

- Nú stendur tað til løgtingið at gera av, um Skálafjarðartunnilin skal bjóðast út, sigur Bjarni Djurholm landsstýrismaður, nú Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Banki og Eik í felag heita á Vinnumálaráðið um at bjóða verkætlanina alment út.

Pf. Skálafjarðartunnilin, sum Kaupthing og LÍV eiga, hevur annars longu gjørt forkanningar og søkt um konsessión at gera tunnilin. Men TF Holding, Føroya Banki og Eik Banki óttast, at loyvið verður givið Skálafjarðartunlinum at byggja, eiga og reka tunnilin millum Streymoy og Eysturoy, uttan at onnur hava fingið møguleikan.

Í einum felags brævi til Vinnumálaráðið, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, siga hesir fíggjarstovnar seg meta, at talan í hesum føri er um eina almenna verkætlan, og um ein tílík verkætlan verður latin privatum, eigur hon at verða boðin út alment. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur seg enn ikki hava tikið støðu til enn, hvussu arbeiðið skal skipast.