HEIM
01.05.2007

ÚF: Landsstýrið kann nú samráðast við P/f Skálafjarðartunnilin

mánadagur, 30. april 2007 21.21 - Innland

Landsstýrismaðurin í vinnumálum kann nú fara undir samráðingar við P/f Skálafjarðatunnilin um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreym. Tjóðveldisflokkurin skjeyt upp, at fleiri feløg fingu møguleika at bjóða uppá arbeiðið.

- Tað hevði verið at dripið privata initiativið í Føroyum at tikið verkætlanina frá stigtakarunum, segði formaðurin í tingbólki fólkafloksins, Jørgen Niclasen.

Formaðurin í tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, helt ikki, at løgtingið hevði skyldu at geva stigtakarunum til verkætlanina sersømdir.