HEIM
03.04.2007

ÚF: Landið tekur ræðisrættin á eldraøkinum frá kommunum

mánadagur, 02. april 2007 17.33 - Innland

Ætlanin er at skipa landið í fimm eldraøki við felags upptøkunevnd, har landið eigur meirlutan, fýra av sjey limum. Føroya Kommunufelag heldur lítið um kunngerðirnar, sum eru til hoyringar, tí kommunurnar missa allan ræðisrætt á sambýlum og røktarheimum.

Almanna og heilsumálaráðið hevur sent tvær nýggjar kunngerðir um sambýli og røktarheim til hoyringar hjá kommunum. Føroya Kommunufelag metir, at Almanna- og heilsumálaráðið við hesum uppskotum endaliga staðfestir, at ræðisrætturin á eldraøkinum er hjá landsmyndugleikanum.

- Felagið metir tískil, at rættast hevði verið, at landið eisini tók fulla fíggjarliga ábyrgd á økinum. Nýggju kunngerðirnar hava við sær, at kommunan missir allan ræðisrættin á eldraøkinum. Kommunurnar leiklutir er avmarkaður til at gjalda fyri íløgur og fyri náttarvaktina á sambýlinum, sigur Kommunufelag Føroya.