HEIM
10.05.2007

ÚF: Lærarar skulu sleppa á skeið, hóast kommunur ikki vilja gjalda

hósdagur, 10. mei 2007 12.36 - Innland
Landsmiðstøðin heitir á allar lærarar at melda seg til skeið, hóast stríð hevur tikið seg upp, um hvør skal gjalda fyri tey. - Óansæð hvør loysn verður funnin, skulu lærararnir ikki gjalda fyri skeið og eftirútbúgving, lovar leiðarin á Landsmiðstøðini, Petur Simonsen.

Eingin vil gjalda fyri skeiðstilboðini, Landsmiðstøðin bjóðar lærarum komandi skúlaár, men hesum skulu lærararnir í fólkaskúlunum ikki óttast fyri, staðfestir Petur Simonsen, leiðari á Landsmiðstøðini, hóast eingin enn hevur játtað at gjalda fyri skeiðini hjá lærarunum.

Higartil hava kommunurnar goldið, men nú hava fleiri av stóru kommununum stongt pengakassan, tí tær halda, at Mentamálaráðið eigur at rinda. - Um kommunurnar ikki vilja gjalda fyri skeiðini, noyðist Landsmiðstøðin at gjalda tey, sigur Petur Simonsen.