HEIM
21.08.2007

ÚF: Kommunusamskipanin og Kommunufelagið ósamd um nær valdømini skulu leggjast saman

týsdagur, 21. august 2007 12.32 - Innland

Gongdin móti færri og sterkari kommunum talar fyri, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, har sum landspolitikkur verður rikin í løgtinginum og økispolitikkur í kommununum.

Kommunusamskipanini og Kommunufelagið eru kortini ósamd um, hvørt nýskipanir á kommunala økinum eru komnar nóg langt til at broyta valsskipanina nú. Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipanini, sigur, at tað er uppá hægstu tíð, so landspolitikarar kunnu reka landspolitikk og kommunalpolitikarar kommunalpolitikk.

Rósa Samuelsen, forkvinna í Kommunufelagnum, er samd. Men, tíðin ikki búgvin enn. Tí ábyrgdarbýtið ikki greitt enn. Hesum er Heðin Mortensen ikki samdur í. Hann heldur, at valdømissamanlegging fer at skunda undir, at støða verður tikin til hvat skal leggjast út og hvat ikki skal leggjast út.