HEIM
26.04.2007

ÚF: Kommunusamskipan Føroya vil ikki rinda lærarum fyri skeið

mikudagur, 25. april 2007 18.36 - Innland

Stríð hevur tikið seg upp um, hvør skal gjalda fyri skeið og eftirútbúgving hjá lærarum í fólkaskúlanum. Kommunurnar hava higartil goldið, men nú hava fleiri av stóru kommunum stongt pengakassan. - Hetta stríðið millum land og kommmunur hava vit ikki brúk fyri í hesum PISA-tíðum, heldur Lærarafelagið.

Skúlastjórar í fólkaskúlum í størru kommununum hava boðað lærarunum frá, at fleiri størri kommunur í Kommunusamskipan Føroya ikki longur fara at rinda fyri skeið og eftirútbúgving hjá lærarum. - Vit noyðast at steingja pengakassan, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya.

- Málið verður tikið upp í næstu viku, og tá fara vit at finna eina loysn, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, meðan formaðurin í Lærarafelagnum, Magnus Tausen, staðfestir, at hetta stríðið millum land og kommmunur kann raka fólkaskúlan meint.