HEIM
30.04.2007

ÚF: Kommunusamanleggingar treyt fyri yvirtøku av fólkaskúlanum

sunnudagur, 29. april 2007 18.43 - Innland

- Kommunurnar eiga at fáa ábyrgdina av fólkaskúlunum, men tað má vera ein treyt, at tær verða skipaðar í størri eindir, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen. Felagið fer nú undir at kanna, hvussu umstøðurnar eru á fólkaskúlunum kring landið.

- Støðan er ikki góð nógva staðni, sigur lærarafelagsformaðurin, og ein av høvuðsorsøkunum er núgaldandi skipan, ið býtir ábyrgdina av skúlunum millum land og kommunur.

Sambært galdandi skipan hava kommunurnar ábyrgdina av sjálvum skúlunum og útgerðini, meðan landið hevur ábyrgdina av læraralønum og eftirútbúgving.