HEIM
02.07.2007

ÚF: Kommunurnar vilja ikki beinleiðis minka útreiðslurnar næsta ár

fríggjadagur, 29. juni 2007 16.36 - Innland

Kommunurnar vildu ikki vita av tilboðnum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum roynir at minka útreiðslurnar næsta ár. Nú situr hann eftir við einum "gentleman agreement", sum hann sigur, um minni útreiðslur.

Magni Laksafoss vildi hava eina sjálvbodna skipan, sum hjálpir kommununum, sum hava fáar inntøkur, og teimum, sum hava stórar útreiðslur. Tað skuldi gerast við lægri landsskatti, hægri kommunuskatti og minni endurgoldið MVG.

- Útreiðslurnar hjá kommununum høvdu minkað 65 milliónir krónur, sigur Magni Laksofoss.