HEIM
03.07.2007

ÚF: Kommunurnar ikki víst útjavningartilboði frá Laksafoss aftur

mánadagur, 02. juli 2007 15.13 - Innland

Rósa Samuelsen, forkvinna í Føroya Kommunufelag, vísir aftur, at kommunurnar ikki skoyttu um tilboðið frá Magna Laksafoss, landsstýrismanni, um eina kommunala útjavningarskipan.

- Tá Magni Laksafoss sigur hetta, so hevur hann misskilt Kommunufelagið, tí felagið hevur ikki víst uppskotinum hjá landsstýrismanninum aftur, sigur Rósa Samuelsen.

Hon sigur, at tvørturímóti fara bæði stýrið í Føroya Kommunufelag og borgarstjórarnir at viðgera málið fríggjadagin.