HEIM
11.09.2007

ÚF: Kommunurnar gera sær størri ómak við at hava reint vatn

mánadagur, 10. september 2007 18.02 - Innland
Kommunurnar hava veruliga tikið sær um reiggj, tá um ræður at geva fólki reint vatn. Tað staðfestir Heilsufrøðiliga starvsstovan í ávegis frágreiðing um drekkivatn.

Nógv er hent, síðani Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði vatnið í 2005 og 2006. Tá hevði hon nógvar atfinningar. Í ár ber til at staðfesta, at flestu kommunurnar hava gjørt nakað við trupulleikan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan upplýsir, at Rituvík og Sørvágur fingu sóttreinsað vatn í 2006, átta nýggj vatnverk við sóttreinsing verða gjørd liðug í summar, tíggju afturat seinni í ár og átta í seinasta lagi síðst í 2008.