HEIM
28.06.2007

ÚF: Kanning: Føroysk børn lesa ov seint og skilja illa tað, tey lesa

mikudagur, 27. juni 2007 14.03 - Innland

Føroysk børn lesa ov seint, og hava tí torført við at skilja tað, tey lesa, vísir ein nýggj kanning, sum Náms- og Sálafrøðiliga Ráðgevingin í Eysturoynni hevur gjørt.

Triði hvør næmingur í fyrsta flokki dugir ikki at lesa, og í ørðum flokki er tað fimti hvør næmingur, sum ikki lesur. 561 næmingar í fyrsta, øðrum, triðja og fjórða flokki í syðru helvt av Eysturoynni eru við í kanningini.

Úrslitið av kanningini av børnumum í Eysturoynni samsvarar við úrslitið av eini aðrari kanning, sum Solveig Debess, master í barnabókmentum, gjørdi fyri einum ári síðan, sum staðfesti, at føroysk børn læra seinni at lesa enn børn í hinum Norðanlondunum.