HEIM
06.09.2007

ÚF: Hotel Runavík afturlatið og framtíðin er púra óviss

hósdagur, 06. september 2007 10.48 - Innland

Leygardagin læt Hotel Runavík aftur og púra óvist er, hvør framtíðin er hjá gistingarhúsinum. Andreas Andreasen hevur rikið hotellið í hálvttriðja ár. - Gistingarnar vóru ov fáar, og nú bar ikki til longur fíggjarliga, sigur Andreas Andreasen við blaðið Trúboðan.

Nevndin fyri Hotel Runavík, sjómansheimið, hevur ikki gjørt av, hvat nú skal gerast. Tað er til dømis ikki vist, at bygningurin verður brúktur til gistingarhús aftur, skrivar Trúboðin.

Jaspur Langgaard, næstformaður í nevndini, útihýsir ikki møguleikanum at selja bygningin.