HEIM
07.03.2007

ÚF: Eik, Føroya Banki og TF Holding vilja gera Skálafjarðartunnil

mikudagur, 07. mars 2007 12.24 - Innland

Undirsjóvartunnilin millum Streymoy og Eysturoy er eftir øllum at døma so lønandi, at fleiri bankar og feløg nú eisini bjóða seg fram at standa fyri verkætlanini. Eik banki, Føroya banki og TF Holding hava í brævi til Vinnumálaráðið í februar mánaði boðað frá, at tey meta seg eisini vera før fyri at standa fyri verkætlanini.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur biðið løgtingið um loyvi til at fara undir samráðingar við privat felag ella feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

Ein fortreyt fyri at bjóða konsessjónina út er, at landið ræður yvir úrslitunum frá forkanningunum. - Pf. Skálafjarðartunnilin hevur gjørt forkanningarnar, og tí er í løtuni bara eitt felag, sum tað ber til at fara í realitetssasmráðingar við, sigur Bjarni Djurholm.