HEIM
13.09.2007

ÚF: Borgarstjórin í Havn ongan hug at minka kommunala virksemið

mikudagur, 12. september 2007 18.05 - Innland

- Landið eigur at bíða við sínum stóru og peningakrevjandi íløgum, í staðin fyri at krevja, at kommunurnar minka sínar íløgur, sigur Heðin Mortensen, borgarsjóri í Havn, nú stjórin í Norðoya Sparikassa, sigur, at kommunurnar lána pening, hóast tær seta met í inntøkum hvønn mánað.

Stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg segði við útvarpið fyrr í dag, at tað er ikki rætt, at kommunurnar læna pening til íløgur, samstundis sum tær hvønn mánað seta met í inntøkum. Hann mælti til, at kommunurnar útseta íløgur, sum kunnu bíða, tí lántøka kann føra tær í óføri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðstaðnum, er ikki samdur við stjóran í Norðoya Sparikassa: - Tórshavnar kommuna ger stórar íløgur, sum allar eru neyðugar. Men kommunan hevur onga skuld, og tí er eingin vandi á ferð, heldur Heðin Mortensen.