HEIM
04.04.2007

ÚF: Bert Klaksvík og Gøta ikki við í fótbóltshøllini í Skálabotni

týsdagur, 03. april 2007 17.28 - Ítróttur

Fótbóltshøllin í Skálabotni fær undirtøku frá øllum kommununum, uttan tveimum. Av teimum kommununum, sum eru bidnar, eru tað bert Klaksvíkar kommuna og Gøtu kommuna, sum ikki vilja stuðla høllini.

- Vit satsa heldur upp á ítróttaøkið í Gøtu, sigur Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu kommunu. - Tað loysir seg ikki hjá Klaksvíkar kommunu at stuðla fótbólshøllini, hevur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, áður sagt.

Fótbóltshøllin fer at kosta 55 til 60 miljónir at byggja, og kommununar partur verður níggju milliónir. Kommunurnar, sum stuðla verkætlanini eru: Sunda, Eiðis, Sjóvar, Runavíkar, Leirvíkar, Fuglafjarðar og Funnings kommuna.