HEIM
20.07.2007

ÚF: Árni Winther Arkitektar vunnu kapping um nýggja Glyvra kirkju

hósdagur, 19. juli 2007 22.07 - Innland

Árni Winther Arkitektar vunnu kappingina um at gera besta uppskotið til nýggja kirkju á Glyvrum. 15 uppskot komu til kappingina um at tekna nýggju kirkjuna, og í dag vórðu vinnararnir avdúkaðir.

Arkitektavirkið hjá Árna Winther fekk 150.000 krónur fyri at gera besta uppskotið, og Heidi Poulsen og Map-arkitektar fingu aðru virðisløn, 90.000 krónur, fyri næstbesta uppskotið.

Øll uppskotini verða sýnd fram í fimleikarhøllini í Glyvra Skúla til klokkan 20 í kvøld og annars frá klokkan 16 til 20 í morgin, leygardagin og sunnudagin.