HEIM
09.10.2013

Týr spæla stóra útgávukonsert í Løkshøll

25. oktobur spæla Týr stóra útgávukonsert í Løkshøll.

Fá føroysk tónleikanøvn hava klárað seg so væl sum Týr. Síðani teir byrjaðu at spæla í 1998 og slóu sítt navn fast við "Orminum langa" í Prix Føroyum 2001, hevur serføroyski víkingamálmsbólkurin lagt heimin fyri føtur sínar. Við eini røð av góðskuríkum útgávum og væleydnaðum konsertferðum í skjáttuni eru teir stútt klovnir upp eftir stiganum til altjóða viðurkenning og virðing. Í fjør fingu teir plátusáttmála við Metal Blade Records, eitt tað stórsta plátufelagið innan tungmálmsheimin, og herfyri fór fjepparatalið hjá Týr á Facebook uppum 100.000. Á YouTube hava milliónir sæð teirra videoløg. Sangarin í Metallica, James Hetfield, segði seg í summar vera heilt hugtiknan av teimum.

Eisini her heima í Føroyum eru Týr ímillum teir allarbest dámdu bólkarnar, serliga á palli. Teirra konsertir eru ikki einans kendar fyri at borga fyri tónleikaligari hágóðsku og orku í ovurmát, men eisini fyri at draga at sær eitt hav av fjepparum, sum hoppa, dansa, pikka korn og fara uppá gólv afturvið tónleikinum.

13. septembur kom nýggjasta útgávan hjá Týr, "Valkyrja", út í Føroyum. Týr hava verið á konsertferð runt í Evropa síðani stutt eftir útgávuna og hetta verður fyrsti møguleikin hjá føroyingum at uppliva fløguaktuella bólkin. Konsertin verður sostatt ein útgávukonsert. Eftir konsertina fer bólkurin at signera fløgur á bókasavninum við Løkin. Møguleiki verður sjálvsagt at ogna sær fløguna í tí sambandi, umframt T-troyggjur og annað, sum Týr selur.

Konsertin í Løkshøll, mentanarhúsinum í Runavík, er eisini serstøk, tí Týr koma úr Runavík og Skálafjørðinum.

- Vit gleða okkum serstakliga nógv at spæla í Runavík, og so í Løkshøll afturat, sigur Heri Joensen, sangari og gittarleikari í Týr.

- Tað er alt ov sjáldan at høvi býðst at spæla í okkara heimstaði.

Tað er í samband við árligu mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, at útgávukonsertin er á skránni. Tað er Ungdómshúsið á Toftum, sum skipar fyri konsertini. Runavíkar kommuna fíggjar saman við Nes kommunu og áhugafeløgum virksemið í Ungdómshúsinum.

Týr spæla í Løkshøll, Runavík, fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 22:00. Atgongumerkini kosta 200 krónur og fáa umvegis www.loksholl.fo. Tey kunnu eisini keypast í Kunningarstovuni í Runavík, umframt við dyrnar ein tíma undan konsertini.