HEIM
05.12.2019

Tvíburðar føddir á hvør sínari oyggj

Í ár fáa vit í Skála kirkju ta gleði, at hoyra leirvíkingin Sylverius Jacobsen greiða frá, tá jólini verða sungin inn 2. sunnukvøld í advent kl. 18. Sylverius giftist til Skála og hevur í meira enn 40 ár verið eyðsýndur í bygdalívinum sum heild bæði innan ítrótt, stevnur, tiltøk av ymiskum slagi og ikki minst tí andaliga partinum. Fyrikomandi, hjálpsamur, dugnaligur og virkisfúsur er hann og hevur ongantíð sett ljós sítt undir skeppumálið. Umframt so nógv annað, er hann eisini deknur og hevur verið sera virkin í Meinigheitshúsinum, so hansara ramliga og eyðkenda rødd er javnan at hoyra til boðan av gleðiboðskapinum.

Hesa ferð fara vit so at hoyra hann hava jólahugleiðingar, og man hann ikki fara at taka onkur barnaminni fram og annars okkurt spennandi, sum hann hevur upplivað á lívsleiðini – m.a. at hann og tvíburðabeiggin Marius eru føddir á hvør sínari oyggj …!

Á skránni verður eisini nógvur felagssangur - kendir jólasangir - sungnir við góðum tónleiki afturvið, sum lokalir tónleikarar taka sær av. Streingjakórið í Meinigheitshúsinum syngur 2 sangir og verður eisini við í eini kórløtu, har kórið, saman við øllum kirkjufólkinum fer at royna seg sum eitt stórt fleirraddað “kirkjukór”, sum saman syngur 3 kendar jólasangir.

VÆLKOMIN í Skála kirkju sunnukvøldið 8. desember kl. 18 at njóta hesa jólaligu løtuna og fáa ein góðan drekkamunn omaná 🙂