HEIM
29.10.2013

Tvey kyn, men ein skúli

Almennur felags foreldrafundur verður í Skála skúla mikukvøldið klokkan 19.00.

Hvussu kann skúlin taka hædd fyri, at gentir og dreingir eru ymisk, og at tey hava tørv á ymiskum undirvísingarhættum?
Birna Vestergaard , Annika Djurhuus og Terji Vestergaard leggja fram um evnið, sum tey hava skrivað endaliga serritgerð um á Læraraskúlanum.

Eisini verður kunnað um nøgdsemiskanning, sum skúlastýrið hevur ætlanir um at fremja í Skála skúla.

Hugnakvøldið verður í Skála skúla mikukvøld 30. oktobur kl 19.00.

Umframt at vera felags foreldrafundur fyri foreldur at øllum næmingum í skúlanum, so er tiltakið alment, og øll eru vælkomin.
Drekkamuður verður at fáa.

Ókeypis atgongd!

Skúlastýrið fyri Skála Skúla