HEIM
11.12.2008

Tunnilsdagur í Handilsmiðdeplinum í Runavík

Komandi leygardag 13. desember hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu opið til kl. 20.00.

Nógv jólatiltøk eru í Runavík hendan dagin. Gomul Jól í Heiðunum letur upp kl. 14.00 við fjálgari jólacafé á hugnaliga Neystaloftinum og jólasølu í Gamla Handli.
Kl. 16.00 vitjar brandbilurin við jólamonnum Gomul Jól í Heiðunum. Jólamennirnir syngja og spæla við børnunum og hava sjálvandi okkurt gott við til øll børnini.

Handlarnir eru vakurt pyntaðir og á tremur við jólagávuhugskotum. Øll eru vælkomin at vitja í Handilsmiðdeplinum í Runavík.

Jólavikan í Handilsmiðdeplinum byrjar mikudagin 17. desember og heldur áfram til týsdagin 23. desember. Í Jólavikuni hava handlarnir opið til kl. 20.00, tó er opið til kl. 22.00 týsdagin 23. desember. Leygardagin 20. desember kl. 18.00 vitjar jólaskipið Runavíkina, skipið leggur at við bátahylin, beint við økið, har Gomul Jól í Heiðunum er.

Handilsmiðdepilin bjóðar øllum vælkomnum til býin, sum osar av handilslívi og mentan.