HEIM
13.05.2019

Tummas Petur avloysir Lisu

Runavíkar kommuna hevur sett Tummas Petur Thomassen í starv sum roknskaparfólk við ábyrgd fyri lønum. Tummas Petur er 54 ár, hann hevur drúgvar royndir innan roknskap. Hann hevur arbeitt í Føroya Banka, Føroya Tele og Formula. Vit síggja fram til gott samstarv, partanna millum.
Tummas Petur byrjar í starvinum 1. juni og avloysir Lisu Djurhuus, sum trúliga hevur røkt hetta starv í meira enn 30 ár og nú fer frá fyri aldur.