HEIM
27.08.2010

TRUMFA

Eitt kvøld við lívligari mentan og litríkari list!

Nú verður skipað fyri einum nýggjum spennandi tiltaki í Mentanarvikuni, sum er í døgunum 24. – 31. oktober í ár.

Kvøldið fær heitið TRUMFA og verður fyriskipað fríggjakvøldið 29. oktober.

Býurin fer at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum slagi. Handlar, søvn, mentanarhús, listasýningar, matstøð, gistingarhús, feløg osfr. lata dyrnar upp til midnátt fríggjakvøldið í Mentanarvikuni. Hetta verður kvøldið, har øll í felag bjóða vitjandi til eitt lívligt mentanarstað.

Øll eru vælkomin at luttaka onkusvegna og leggja sín TRUMF á borðið, og vera við til at seta dám á Mentanarvikuna hetta kvøldið. Set teg í samband við fyrireikararnar á tlf. 666600 ella skriva til faroexpo@faroexpo.fo.

Les um Mentanarvikuna og Faroexpo á www.faroexpo.fo!