HEIM
26.10.2012

Trumfa í Mentanarvikuni

Aftur í ár verður skipað fyri einum spennandi tiltaki í Mentanarvikuni, sum byrjaði sunnudagin 21. oktober og endar sunnudagin 28. oktober.

Kvøldið, sum fyri fyrstu ferð royndist í 2010 og fekk heitið TRUMFA verður í dag 26. oktober.

Býurin fer at kóka við lívligari mentan og litríkari list av øllum slagi. Handlar, søvn, listasýningar, matstøð osfr. hava opið til kl. 24.00.
Serliga handlarnar hava spent seg út og hava nógv gott at bjóða. Har vera kappingar, sýningar, dansur, livandi tónleikur, fyrilestrar, tímatilboð og ókeypis kaffi og køkur fleiri staðni.
Hetta er kvøldið, har Runavíkin bjóðar øllum vitjandi til eitt hugnaligt og lívligt mentanarstað.
Sí skrá á www.mentanarvikan.fo og www.runavik.fo

Øll eru vælkomin.