HEIM
15.08.2007

Trucker festivalurin á fimta árið.

Trucker festivalurin verður aftur í ár hildin í Runavík.

Trucker festivalurin 2007 verður hildin uttanfyri Ítróttahøllina í Runavík. Byrja verður leygardagin 25. august kl. 14.00 og endar sunnudagin 26 august uml. kl. 19.00.
Um viðrar, luttaka Mc-felagið og Føroya Ellisakfør á festivalinum.
Skála ítróttafelag skipar fyri matsølu og verður eisini møguleiki at grilla, so eingin nýtist at ganga svangur á festivalinum.

Árini frammanundan hava 40 til 80 lastbilar og trailarar luttikið á festvalinum.
Vónandi verður undirtøkan eins góð í ár sum árini frammanundan.