HEIM
28.03.2011

Tríggjar Fimleikaframsýningar hjá Støkk

Nú verða árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk. Felagið hevur 650 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum, allar í ítróttarhøllini í Runavík.

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 31. mars, 2. og 3. apríl. Hóskvøldið 31. mars kl. 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, leygardagin 2. apríl kl. 17 og sunnudagin 3. apríl kl. 15, eru liðini eitt sindur meira blandað.

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningin verða merki og ídnisprógv handað.

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.

viðheft er skráin yvir dagarnar

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/F799E39A-DE88-4AD3-BBA6-2CF9609F6DF3.pdf
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/F799E39A-DE88-4AD3-BBA6-2CF9609F6DF3.pdf
Attachment3: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/C43BF803-0D11-4BFD-BF6E-3B7EC8B249AF/F799E39A-DE88-4AD3-BBA6-2CF9609F6DF3.pdf