HEIM
15.11.2013

Tríggir nýggir lesiringar, – og enn er pláss

Undirtøkan var góð til fundin tá Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin í samstarvi høvdu boðað til stovnandi fund av lesiringum hóskvøldið 14. november. Eini 20 áhugaði fólk møttu og teknaðu seg til lesiringar.

Fyrst var greitt frá og tosa um, hvussu lesiringar vanliga virka. Av tí at vit vóru so væl møtt, valdu vit at býta okkum í tríggjar bólkar, serliga eftir áhugamálum. Vit hava ein bólk, sum vit fyribils kalla ´Norðurlendskar samtíðarbókmentir´og tveir bólkar, sum vit hava givið heitið ´Tann góða bókin´.

Síðani komu nógv uppskot til bøkur at lesa. Avgjørt var at áseta fyrstu bókina hjá hvørjum lesiringi, og síðani taka avgerð um tær næstu seinni.

Lesiringurin ´Norðurlendskar samtíðar bókmentir ´ lesur Profeterne i Evighedsfjorden, sum Kim Leine hevur skrivað.

Tann eini lesiringurin, sum kallast ´Tann góða bókin´ lesur Projekt Rosie, sum Graeme Simsion hevur skrivað.

Annar lesiringurin, sum kallast ´Tann góða bókin´ lesur Jeg er Malala, sum Malala Yousafzai hevur skrivað.

Nú fara bókasøvnini at hjálpa til at fáa hendur á bókunum, so vit kunnu byrja at lesa skjótast gjørligt. Av tí at jólastákan stendur fyri framman, var avgjørt at vit hittast næstuferð at tosa um bøkurnar eftir jól. Vit avtalaðu at allir bólkarnir hittast á Bókasavninum í Nes kommunu (í Tofta skúla) hóskvøldið 9. januar 2014, klokkan 19.00 til 21.00.

Framvegis pláss fyri fleiri luttakarum

Lesiringarnir eru ikki fullteknaðir, so øll eru framvegis vælkomin at vera við. Setið tykkum í samband við Svend Højgaard á Bókasavninum við Løkin á telefon 288900 ella teldupost: svend@runavik.fo

EksternLeinkja1: http://lokin.fo/tidindi/triggir-nyggir-lesiringar-og-enn-er-plass/