HEIM
25.08.2014

Tríggir borgarstjórar á oljustevnu

Nú seinnapartin vóru ikki færri enn tríggir føroyskir borgarstjórar á føroyska básinum á oljuráðstevnuni ONS í Stavanger.

Í morgun var stóra móttøkan í Stavanger við luttøku av Sonju drotning.

Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommunur taka lut á serligum bási saman við føroysku vinnuni.

Á myndini eru teir báðir Heðin Mortensen og Magnus Rasmussen saman við Dennis Holm, borgarstjóra í Vági, sum eisini vitjar á ONS.