HEIM
01.12.2008

Tríggir 20 ára starvsdagar í 2008

1. desember vórðu 20 ár síðan Lisa Djurhus og Halla Jacobsen byrjaðu í sínum núverandi starvi í kommununi. Tey fyrstu 15 árini arbeiddu tær tó ikki saman, ja kendust heldur ikki. Orsøkin er, at tær tá arbeiddu í hvør sínari kommunu, Runavíkar- og Skála kommunu, sum jú vórðu lagdar saman til eina í 2005. Síðan tá hava tær arbeitt á somu skrivstovu á roknskapardeildini í Runavíkar kommunu. Lisa hevur ábyrgd av lønarflytingum og Halla umsitur fólkayvirlitið, men tær røkja harumframt eisini fleiri aðrar uppgávur í bókhaldinum.

Harafturat hevði Beinta Olsen 20 ára starvsdag 1. mai. Hon arbeiðir í móttøkuni og hevur harafturat nógvar uppgávur sum t.d. journalisering og umsiting av teldum. Beinta varð á kommunuvalinum 11. november vald í býráðið við næstflest atkvøðum. Í nýggja býráðnum verður hon m.a. forkvinna í Teknisku nevnd.

Bæði í vár og nú í adventini vórðu øll starvsfólkini á kommunuskrivstovuni savnað til hugnaliga samveru at hátíðarhalda hesar merkisdagar.