HEIM
04.01.2011

TRETTANDAVØKA í Rituvíkar kirkju

Hóskvøldið 6. jan. kl. 20 verður TRETTANDAVØKA í Rituvíkar kirkju við sálmasangi, upplestri og kórsangi. Sálmar verða sungnir, ið hoyra til trettanda. Hugtakandi frásøgnin um vísmenninar úr eysturlondum, ið komu at tilbiðja nýfødda jødakongin, verður lisin upp. Kór Glyvra kirkju, kvinnukór-og manskór Glyvra kirkju fara eisini at seta dám á trettandavøkuna.