HEIM
05.11.2008

Træplanting og CO2-útlát

Junior Kids av Skála, sum í fjør kláraðu seg sera væl í First Lego League kapping - vunnu í Føroyum, gjørdust nr. 2 í Norðurlondum og eisini vóru í Atalanta í USA, skulu nú aftur til kapping í bygninginum hjá Føroya Tele í Havn leygardagin.

Evnið í ár er "veðurlagsbroytingar", og sum ein part av fyrireikingunum til kappingina hava tey plantað uml. 150 trø í Fríøkinum við Prestá. Sum kunnugt mótvirkar trævøkstur veðurlagsbroytingum, tí trøini upptaka CO2, sum verður mett at hava stóra ávirkan á veðurlagsbroytingar.

Tilsamans hevur kommunan bílagt 300 trø at seta niður í heyst. Men harafturat fingu Junior Kids 100 smáar furur sum gávu frá Skógrøkt Landsins sum stuðul til hetta átak. Hesi trøini verða eisini sett niður í fríøkinum. Sostatt verða uml. 400 trø sett niður í heyst. Harvið er samlaða talið av trøum komið upp um 1000 - enn nakað smá, men tey fara at síggjast aftur um nøkur ár, tá Junior Parents kunnu vísa sínum Kids á, at tey eisini hava gjørt sítt til at mótvirka veðurlagsbroytingum ...:)

Meira kann lesast á http://www.juniorkids.wep.dk/