HEIM
06.11.2018

Tóri Restorff Jacobsen leiðari í Nes Sóknar Musikkskúla

Nes Sóknar Musikkskúli hevur sett Tóra Restorff Jacobsen í starv sum leiðara fyri musikkskúlan, sum fevnir um Nes og Runavíkar kommunur.

Tóri hevur musikklæraraútbúgving frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík og kandidatútbúgving í tónleiki frá Syddansk Musikkonservatorium. Harumframt hevur hann tikið grundleggjandi leiðsluútbúgving og er í holtur vid diplomútbúgvingina í leiðslu.

Tóri, sum er 39 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá musikkskúlaskipanini í Føroyum, m.a. frá Nes Sóknar Musikkskúla, umframt frá musikkskúlum í Íslandi og Danmark. Tóri hevur sergrein í sello. Hann hevur tó eisini undirvíst í bass, klaver, teori og samanspæli.

Nýggi leiðarin tekur við starvinum 1. desember 2018.

Í samband við leiðaraskifti verður skipað fyri móttøku fyri nýggja leiðaranum og fyrrverandi leiðaranum, Jóhan Mortensen, sum fer frá fyri aldur í heyst. Móttøkan verður lýst seinni.