HEIM
25.09.2015

Tórbjørn Jacobsen verður nýggi borgarstjórin í Runavíkar kommunu

Eitt samt býráð hevur avgjørt, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum avloysir Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum leggur frá sær 1. januar 2016, nú hann er valdur inn á Føroya Løgting.
Tórbjørn Jacobsen varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar býráð á valinum í 2012 og hevur hetta skeiðið verið varaborgarstjóri og formaður í Teknisku nevnd. 
Nú, Tórbjørn Jacobsen verður borgarstjóri, fer hann í farloyvi sum havnameistari við Runavíkar havn.
Eitt samt býráð hevur eisini gjørt av, at nýggjur varaborgarstjóri verður Helgi L. Petersen.