HEIM
01.04.2016

Tórbjørn Jacobsen við Team Rynkeby

Flest øll munnu kennast við súkkluliðið, ið á hvørjum ferðast til París. Á liðnum eru fyri tað mesta føroyingar, ið eru kendir, og sum harvið kunnu skapa uppmerksemið um tiltakið. Upprunaliga var borgarstjórin í Runavík ikki við í toyminum. Vegna avboð er tó heitt á Tobba um at koma við. Í stuttari viðmerking sigur Tobbi:

- Tað var ein ikki sørt bilsin borgarstjóri, sum í morgun lat innbakkan á teldu síni upp. Millum mongu teldubrøvini, ið náttúrliga enda í innbakkanum hjá demokratisku leiðsluni í einari kommunu, var í morgun eitt bræv frá føroyskum umboði fyri danska djús-framleiðaran. Heitt var á undirritaðað um at trína á hjólhestin, og føra hendan til mentanarmiðdepilin á fastlandinum. Slíka uppgávu sær borgarstjórin ljóst uppá, hóast hann ítróttarliga fyri tað mesta fæst við innandurða fótbólt í nýggu, stásiligu Bylgjuni. Bólturin er rundur, men tað kemur meira enn so fyri, at hann endar í málinum, eftir at mín sterkari fótur – tann til vinstru – hevur seinastu røring. Eisini eri eg sera spentur uppá nýggju svimjihøllina, ið væntandi fær fukta turrasta svimjifelagið í landinum, Neptun.

Víðari um endamálið við tiltakinum, og hansara leiklut í hesum, sigur Tobbi:

- Tað er nú soleiðis, at miðlalandslagið er stórt og alsamt vaksandi. Tað finnast í hópatalið av sosialum miðlum, meðan tað hjá siðbundnu miðlunum mangan ríður um snarið. Uppmerksemið skal tó ikki mangla frá mínari síðu, tá tað kemur til at fáa góða endamálið við túrinum fram. Í samband við leiklutin annars á sjálvum túrinum, havi eg hugsað um okkurt av undanfarnu árunum. Tað ljóðaði tað eina árið, at liðið í dagavís súkklaði í sirkulatión kring markið millum súkkluvandu Danmørk og germanska stórveldið. Hetta kemur so ikki at henda á mínari vakt, har eg meti meg, við størstu nautisku útbúgving, kunna leiða hendan hjólborna hóp í beinan sunnan, inntil farið verður undir sigursbogan.

- Hjólhesturin hevur ikki altíð verið mín frændi, men væntandi fáa vit í hesum førinum bygt brýr millum borgarstjórans korpus og aldargamla ferðaamboðið.