HEIM
17.03.2009

TOPP DYSTUR millum Tjaldur og Stjørnuna

Tekstur Sunnudagin 22. mars kl. 15.00 spæla Tjaldur sum liggur nr. 2. og Stjørnan sum liggur nr. 1. í SunSet kappingini seinasta heimadystin í Runavík.

Tjaldur ger eitt sindur meira burturúr hesum dysti og heitir á fólk um at MØTA FJØLMENT.

Undir dystinum verða lutaseðlar seldir fyri 10,- kr. stykki.

Vinningurin er eitt gávukort frá Fonn Flog á kr. 2.890,-

Trekt verður beint eftir dystin.

Atgongumerkið til dystin kosta 70 kr.