HEIM
20.10.2014

Tónleikur og fyrilestur í Løkshøll

Í kvøld, mánakvøld 20/10, klokkan 19.30 verður høvið at uppliva Jógvan Zachariassen í Løkshøll í sambandi við mentanarvikuna í Runavík. Hetta er ein ørvísi fyrilestur, har tónleikur fyllir meira enn vanligt. Jógvan fer at halda ein tónleikaliga illustreraðan fyrilestur við heitinum: Hvat kann tónleikur læra okkum um tilveru, fyrigeving og vón?

Flestu fólk kenna Jógvan Zachariassen sum pastor í samkomuni Lívdini, og frá útvarpssendingini Kyn og Kenslur, og vita eisini at hann hevur givið bøkur út. Jógvan er eisini dugnaligur tónleikari, og spælir m.a. í Føroya Symfoniorkestri. Til fyrilesturin í Løkshøll fer hann sjálvur at spæla á fagott saman við soninum Jósef, sum spælir á klaver/keyboard.

Tað eru javnan boð eftir Jógvan Zachariassen, at halda fyrilestur um ymisk evnir. Jógvan hevur framúr góðar gávur at tala, soleiðis at fólk lurta og skilja. Jógvan er altíð sera væl fyrireikaður, og hevur breiða vitan um tað, hann tosar um. So áhoyrarnir kunnu vænta eina áhugaverda løtu í Løkshøll í kvøld.

Tað er ókeypis atgongd.

Ein tíma áðrenn fyrilesturin byrjar, letur ein hugnalig kafé upp á bókasavninum, har møguleiki er at keypa sær drekkamunn. Tá kunnu fólk eisini nýta høvið at síggja tær fýra málningaframsýningarnar, sum hanga upp á mentanarvikuni.

EksternLeinkja2: http://www.lokin.fo