HEIM
04.10.2013

Tónleikaskúlin í Kelduni 2013/2014

Kelduni í Skálafirði bjóðar veturin 2013/2014 frálæru í gittar, el-gittar, trummum og klaver.

Endamálið er at læra og stimbra fólk at á teirra greinum og er undirvísingin ætla øllum áhugaðum.

Undirvísingin byrjar fyrst í november og er í 20 undirvísingarvikur, sum er stýrandi fyri nær undirvísingin endar.

Seinasta freist at tilmelda seg er 30. oktober.

Gittarspæl

Nær: hósdag kl.18:00
Aldursmark: frá 10 ár
Undirvísari: Kirstin Olsen, telefon 29 46 24

El-gittarspæl (krav at duga akkordir)

Nær: hósdag kl.19:30
Aldursmark: frá 10 ár
Undirvísari: Johnny Mikkelsen, telefon 23 57 03

Trummur

Nær: mikudag kl.16:30
Aldursmark: frá 10 ár
Undirvísari: Sámal Joensen, telefon 21 09 34

Klaver

Nær: hósdag kl.17:00
Aldursmark: frá 10 ár
Undirvísari: Jógvan Andersen, telefon 50 98 11

Kostnaður og tilmelding

Kostnaður fyri hvønn næming er 1.500,- fyri alt skeiði. Goldið verður við byrjan ella við hvørja hálvu.

Tilmelding fer fram við at ringja til viðkomandi ella umvegis alnótina á her: Tilmelding til Tónleikaskúlan 2013/2014.

Undirvísing verður einans treyta av nóg nógvum tilmeldingum.