HEIM
09.05.2014

Tónleikafestivalur á Røktarheimsøkinum í Runavík.

Leygardagin 17. mai frá kl. 15.00 til uml kl. 22.00 verður skipað fyri einum sokallaðum "Seniorfestivali" á røktarheimsøkinum.
10 – 12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.
Hesir,sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Sámal Ravnsfjall – JensLisberg og Árni Andreassen. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!
Hendan dagin,har vit vóna at veðrið verður gott, verður pallur og tvey telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið. Eisini verður Røktarheimi ð "opið" fyri festival gestum.
Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!
Ongin parkering verður á økinum hendan dagin og verður víst til parkeringsøkið við, Ítróttar/Støkkhøllina,læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðnis í nánd.
Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður "seniorum" . Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið "føla" seg at vera "seniorar" eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!
Luttakaratalið verður avmarkað og tí tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast.
Atgongumerki kostar kr. 200,00.
Tey,ið ynskja at keypa atgongumerki kunnu ringja á tlf. 290212 ella senda ein teldupost til : seniorfestivalurin@gmail.com.
Tá goldið er á konti í Bank Nordik 6460 5295353 – er atgongumerkið tryggjað!