HEIM
11.05.2017

Seniorfestivalur í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta festivalinum – Seniorfestivalinum.

Hetta verður, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri setur festivalin, leygardagin 3. juni frá kl. 15.00

12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.

Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv og Signar í Homrum. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

Hendan dagin, har vit vóna at veðrið verður gott, verður telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið og verður tí økið “bilafrítt” hendan dagin. Víst verður til parkeringsøkið við, Bylgjan, Læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðni í nánd. Tørvar tær flutning (ókeypis) frá og til parkeringsøkinum, so ert tú vælkomin at ringja á tlf. 290212

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum” . Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum ella ungum!

Vit verða noydd til at avmarkað okkum, hvat luttakarum viðvíkur og tí verður mongdin av atgongumerkjum eisini avmarkað.

Atgongumerkini kosta kr. 200,00 fyri hvønn luttakara.

Atgongumerki fáast til keyps á heimasíðuni hjá Roðanum: www.rodin.fo har slóð er til søluna. Eisini kunnu tey keypast á www.atgongumerki.fo, á Kunningarstovuni í Runavík og á skrivstovuni á røktarheiminum.

Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf. 290211 og er atgongongumerkið tygara, tá goldið er á konti í Bank Nordik . 6460 5295353.

Í vón um, at aftur í ár verður væl tikið undir við hesum tiltaki.

Fyrireikararnir