HEIM
21.07.2012

Tólv systkin úr Rituvík fylla 1.000 ár í ár

Í dag, leygardagin 21.juli, verður stórt hátíðarhald fyri tólv systkjum úr Rituvík, sum øll eru á lívi, og sum samanlagt fylla 1.000 ár í ár.

Tað eru børnini hjá Elsebeth Sofie Frederikke Olsen (fødd Jacobsen), vanliga nevnd Elspa, og Magnus Salomon Olsen, vanliga nevndur Magnus í Rituvík. Elspa var ættað av Glyvrum.

Elspa og Magnus fingu tólv børn, sum øll eru á lívi í dag. Tað yngsta av systkjunum er 73 ár, og tað elsta 91 ár.

Dagurin byrjar við gudstænastu í Rituvíkar kirkju klokkan 12 og síðan verður ein máltíð í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har eini 200 av teirra næstu koma saman at heiðra teimum 12 systkjunum.

Seks av systkjunum búgva í dag í Rituvík, tvey í Esbjerg, eitt í Runavík, eitt á Nesi, eitt í Havn og eitt í Vestmanna.

Systkini mistu pápan, tá tað yngsta av teim einans var 2 ár.

Tá eitt av systkjunum, Venzel, í fjør fylti 90 ár,, vóru øll systkini í føðingardag, og tey vóru so væl fyri, at tey øll komu til gongu..

Vit á Netavísini ynskja systkjunum til lukku við teimum 1.000 árunum.

Myndatekstur:

Brúðarparið.
Magnus Salomon Olsen, vanliga nevndur Magnus í Rituvík, og kona hansara
Elsebeth Sofie Frederikke Olsen (fødd Jacobsen), vanliga nevnd Elspa

Mynd yvir greinini. Børnini hjá Magnusi og elspu. Vinstrumegin eru tey

Aftara rað:

Arne Karstin Olsen * 30 Jul 1938, Rituvík (bústaður Esbjerg)
Magnus Salomon Olsen * 30 Okt 1920, Rituvík, (bústaður Runavík)
Venzel Olsen * 08 Okt 1921, Rituvík (bústaður Rituvík)
Arnholt Sofus Reinhardt Olsen * 28 Sep 1925, Rituvík, (bústaður Rituvík)
Ansgar Tummas Jaspur Olsen * 24 Jul 1932, Rituvík (bústaður Vestmanna)
Joen Harry Sofus Olsen * 03 Sep 1933, Rituvík, (bústadur Esbjerg)
Carl Sivert Lenny Olsen * 25 Jan 1928, Rituvík (bústaður Rituvík)

Fremra rað:

Amy Maria Tausen * 06 Sep 1936, Rituvík (bústaður Tórshavn)
Mary Elina Hansen * 08 Des 1934, Rituvík (bústaður Nes, Eysturoy)
Marin Frederikke Højgaard * 18 Aug 1924, Rituvík (bústaður Rituvík)
Sára Malena Olsen * 20 Feb 1923, Rituvík (bústaður Rituvík)
Elly Frederikke Højgaard * 14 feb 1930, Rituvík (bústaður Rituvík)