HEIM
11.04.2009

Tjaldur føroyameistari

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava kvinnurnar í Runavík tryggjað sær FM-heitið, tá ið tær vunnu 25-16 ímóti Stjørnuni.

Fyrri dysturin varð leiktur í Runavík mikudagin, og tann dystin megnaðu Tjaldurskvinnur at vinna tepurt 25-24. Annar dystur var í Klaksvík í dag og hesuferð gjørdist talan um ein rættiliga sannførandi sigur til Tjaldur.

Sum heild kann sigast at Tjaldur hevði uppiborið sítt fyrsta FM-heitið aftaná hesar dystirnar.