HEIM
26.03.2014

Tiltak um Beta Files í Løkshøll mánadagin

Mánadagin 31. mars kl. 14 skipa Runavíkar Kommuna og Beta Files fyri almennum tiltaki í samband við, at Runavíkar Kommuna yvirtekur skjalasavnið hjá Beta Files.

Beta Files fevnir um skjølini frá virkseminum hjá Beta innan fiskivinnu árini 1977-2006.

Umboð fyri Beta koma at greiða frá tilfarinum og virksemi felagsins, eins og vísindafólk koma at vísa á, hvat tilfarið kann nýtast til.

Nærri verður at frætta um tiltakið í næstum.