HEIM
03.04.2017

Tiltak fyri pensjonistar í Løkshøll 5. apríl kl. 19

ROÐIN-økistænastan skipar fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu.

Tiltakið verður í Løkshøll mikudagin 5. apríl kl. 19.00

“Úr gomlum goymslum” er evnið, sum Petur Jacob Sigvardsen, rithøvundur fer at tosa um.

“Rørsla og trivnaður” koma Eyðbjørg Joensen, fysioterapetur og Heidi Johansen, ergoterapeutur at greiða frá.

 Sangur v/ Signari í Homrum

Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni.

Tiltakið er ókeypis 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Roðin-økistænastan