HEIM
13.05.2011

Tilbúgvingardagar á Skálafjørðinum

Í døgunum 13. og 14. mai, er Skálafjørðurin karmur fyri tveimum tilbúgvingardøgum fyri sløkkiliðsfólk úr øllum Føroyum. Tiltakið er skipað av feløgunum fyri sløkkiliðsleiðarar og Landsfelag sløkkiliðsmanna og stendur Skálafjarðar Sløkkilið fyri tiltakinum. Nevndin fyri danska FKB (Foreningen af kommunale beredskabschefer) sum telur 7 limir eru eisini við til tiltakið.

Tiltakið fer fram í Skúlanum og Løkshøll í Runavík. Sluppin Jóhanna kemur eisini at liggja á Skálafjørðinum í samband við tiltakið, har luttakararnir eisini fáa onkra máltíð umborð.

Nógv er á skránni hesar dagarnar. Fríggjadagurin er fyri leiðarar og varamenn og byrjar kl. 10.30 har Magnus Rasmussen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðan er ein lang skrá fyri allan dagin har m.a. Landsverk og Henrik Weihe Joensen, tilbúgvingarstjóri greiða frá um tilbúgving, Jens Hansen greiðir frá um bjargaringarbátin Lív, sum eisini verður við. Seinnapartin verður aðalfundur hjá Felagnum Sløkkiliðsleiðarar og vitja verður eisini á Bakkafrost.

Leygardagin bjóðar brunanevndarformaðurin fyri Skálafjarðar Sløkkilið Petur Jacob Petersen vælkomin, umboð fyri 112 alarmsentralin greiða frá um útkallingarskipanina og Jógvan Jensen greiðir frá bussvanlukkuni undir Valaknúki 21.12.1986. Seinnapartin verður aðalfundur hjá Landsfelag Sløkkiliðsmanna og eftir hetta verður kapping millum sløkkiliðini. Dagurin endarvið eini veitslu á Sjókaféini.