HEIM
02.12.2013

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2014

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 28. november fíggjarætlanina fyri 2014.

Høvuðstølini eru hesi:
Inntøkur 124 mió
Rakstur 88 mió
Fíggjarkostnaður 15,5 mió
Íløgur 20,5 mió

Skattaprosentið verður 22% og er tað óbroytt, og barnafrádrátturin verður kr. 5.000,- fyri hvørt barnið.

Av íløgum í 2014 kunnu nevnast:
• Liðugtgerð av fimleikahøllini
• Útfylling á havnalagnum á Bakka
• Framhald av spillivatnsætlanini
• Framhald av vatnverkætlanini á Skála

Arbeitt verður við eini langtíðaríløguætlan fyri kommununa, og verður hendan eftir ætlan løgd fram tíðliga í 2014.

Magnus Rasmussen
borgarstjóri

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/45564F31-C421-451E-B5B1-829262E66E99.pdf