HEIM
03.12.2012

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2013

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 29. november fíggjarætlanina fyri 2013. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin hækkar við 500 kr til 5.000 kr fyri hvørt barnið.

Skattainntøkurnar eru mettar til 119,4 mió komandi ár, har av 7 mió eru partafelagsskattur. Til rakstur eru avsettar 85,7 mió, til íløgur 55,3 mió og til fíggjarkostnað 13,9 mió. Kommunan tekur komandi ár 30 mió í láni, har av størsti parturin fer til nýggja fimleikarhøll, sum verður størsta einstaka íløgan í 2013.

Saltangará 3. des. 2012

Runavíkar kommuna
Magnus Rasmussen, borgarstjóri