HEIM
25.11.2010

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2011

Runavíkar kommuna samtykti á fundi í kvøld fíggjarætlanina fyri 2011. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin hækkar við 250 kr til 4.250 kr fyri hvørt barnið.

Skattainntøkurnar eru mettar til 107 mió komandi ár, har av 5 mió í partafelagsskatti. Til raksturin eru avsettar 77,5 mió, og samlaðu íløgurnar verða 16,5 milliónir og fíggjarkostnaðirnir eru 13 mió. Størsta einstaka íløgan er 4 mió til liðugtgerð av barnagarði á Skála.

Nettoskuldin hjá kommununi er í ár komin niður um eina álíkning. Inntøkur og útreiðslur javnviga, og í fíggjarætlanini er ikki roknað við nýggjari lántøku.